|
Við eini nýggjari lóg um skattafría samanlegging er møguleiki skaptur fyri, at partafeløg, smápartafeløg, lutafeløg ella sparikassar kunnu leggjast saman í eitt felag uttan skattligar avleiðingar. Hetta kann bæði gerast við, at eitt av samanløgdu feløgunum heldur fram, ella at feløg verða løgd saman í eitt nýtt felag.
Tað framhaldandi felagið yvirtekur ogn og skuld til skattligt virði og ábyrgist fyri skattakrøvum. Skattligt hall frá undanfarnum árum hjá einum uppathaldandi felag kann ikki dragast frá í inntøkuni hjá einum framhaldandi felag og fellur sostatt burtur.
Lógin er bert galdandi fyri føroyskt skrásett feløg, og við samanlegging stendur tað feløgum frítt at brúka hana. Tey kunnu sostatt gott leggja saman uttan at brúka lógina. Gera tey tað, vil ein samanlegging verða gjørd á vanligan hátt, sum m.a. ber í sær, at ognir verða seldar millum feløgini, og skattur verður goldin av møguligum søluvinningi og afturvunnum avskrivingum.
LOYVI
Um eitt móðurfelag og eitt dótturfelag skulu leggjast saman, krevst í summum førum loyvi frá Toll- og Skattstovu Føroya. Um móðurfelagið hevur átt tann í lógini kravda meiriluta fyri at taka avgerð um samanlegging í minni enn trý ár, er neyðugt at fáa loyvi til samanleggingina.
Eisini í øðrum førum kann vera neyðugt at fáa loyvi frá Toll- og Skattstovuni til eina samanlegging. Um t.d. eitt av feløgunum, sum er við í samanleggingini varð stovnað minni enn eitt ár undan, at samanleggingin varð viðtikin, krevst loyvi frá Toll- og Skattstovuni. Tað sama er galdandi, um meira enn 50 % av partapeninginum, sum er við í samanleggingini, ella meiri enn 50 % av atkvøðurættinum hevur skift eigara styttri enn eitt ár undan, at samanleggingin varð viðtikin.
SUNDURBÝTING
Lógin hevur eisini reglur um, at ognir kunnu flytast úr einum felag í annað uttan skattligar avleiðingar. Tað er ein treyt, at partabrøvini í tí nýggja ella teimum nýggju feløgunum verða samlað í tí upprunaliga, ið sostatt verður holding felag.
Ein sundurbýting krevur altíð loyvi frá Toll- og Skattstovuni. Í viðmerkingunum til lógina stendur, at sum høvuðsregla skal loyvi gevast, men noktast kann, um skattaborgarin fær nakrar fyrimunir ella vansar, sum ikki vóru tilætlaðir.
|