Samskatting av konsernfeløgum

Toll- og Skattaráð Føroya hevur fingið heimild til at geva loyvi til at móður- og dótturfeløg heimahoyrandi í Føroyum verða samskattað. Loyvi verður bert givið, um móðurfelagið, antin einsamalt ella saman við einum ella fleiri dótturfeløgum, ið koma undir samskattingina, eigur allar kapitalpartar í teimum dótturfeløgum, sum samskattingin viðvíkur.

Eigur eitt móðurfelag fleiri dótturfeløg, kunnu tey velja, hvørji skulu vera við í samskattingini og hvørji ikki.

Hall fyri tíðina undan samskattingini kann bert dragast frá í vinningi hjá tí felagnum, sum hevði hallið.

Ein kunngerð verður gjørd, sum skal áseta nærri treytir fyri samskatting.