|
Ein av broytingunum í skattalógini pr. 1. jan. 1998 var, at skattgjaldarar kunnu fáa útsett freistina fyri at gjalda skatt í einum máli, sum teir hava kært.
Fíggjarmálastýrið hevur kunngjørt reglur, har ásett verður, at gjaldsfreist kann verða treytað av, at skattgjaldarin veitir peningatrygd fyri skattakravinum. Gjaldsfreist verður í mesta lagi givin fyri 4 ár, men kann verða longd við nýggjari umsókn.
Gjaldsfreist kann bert veitast fyri skatt, sum hevur samband við hækkingina, ið kært er um og møguligar morarentur av hesum skatti. Tað er ein treyt, at hetta er skattur, ið er álíknaður, men ikki er goldin, tá ið søkt verður.
Toll- og Skattstovan viðger umsóknir um gjaldsfreist, men avgerðin hjá Toll- og Skattstovuni kann innan 4 vikur kærast til landsstýrismannin í fíggjarmálum.
|