Hjún mugu hava íognarsáttmála, um tey skulu skattast hvør sær

 

Skal hjúnafelagi hava løn úr virkinum hjá hinum, krevst skrivligur sáttmáli, góðkendur av T & S.

Hjún, sum eru saman um at reka virki og vilja serskattast, skulu innan mars mánaður er liðugur lata Toll- og Skattstovuni íognarsáttmála ella lønarsáttmála.

1. jan. í fjør kom tann nógv umtalaða broytingin í skattalógini, ið sigur, at hjún, sum í felag reka sjálvstøðugt vinnuvirki, kunnu býta skattliga úrslitið ímillum sín í mun til teirra luttøku í rakstrinum.

Í januar mánaði í ár eru kunngjørdar nærri reglur fyri, hvussu úrslitið kann býtast millum hjún.

Ein av treytunum fyri at býta úrslitið er, at hjúnini hava íognarsáttmála, ið er góðkendur av Toll- og Skattstovuni.

Um ikki báðir hjúnafelagarnir reka virkið saman, men annar skal hava løn frá hinum, krevst, at skrivligur lønarsáttmáli er millum partarnar við setanartreytum og lønarsáttmála, og eisini hann skal góðkennast av Toll- og Skattstovuni. Er eingin sáttmáli, ásetir skattavaldið lønina.

Tær kravdu avtalurnar eru ikki galdandi fyrr enn tær eru góðkendar av skattavaldinum, men kunngerðin er ikki lýst fyrr enn í 1999, og fyri inntøkuna í 1998 er tí ásett, at tey kravdu skjølini skulu verða Toll- og Skattstovuni í hendi í seinasta lagi 31. mars 1999.