|
Í samband við at samskattingin av hjúnum fór úr gildi í fjør, er kunngerð komin við reglum um, hvussu inntøka verður býtt ímillum hjún, ið reka virki saman.
TREYTIR
Eftir lógini er tað treyt, at báðir hjúnafelagarnir taka lut í rakstrinum. Er annar í starvi hjá hinum, kann hann fáa løn svarandi til arbeiðið, hann ger.
Men kunngerðin, ið nú er komin, setir eisini aðrar treytir. Verða tær ikki hildnar, verður tann hjúnafelagin, ið hevur høvuðusábyrgdina av rakstrinum, skattaður av øllum úrslitinum.
Treytirnar eru í høvuðsheitum hesar:
- Virksemið skal vera skrásett í handilsskránni eftir galdandi reglum.
- Har lóggávan krevur loyvisbræv, skal hetta vera útvegað.
- Íognarsáttmáli skal vera millum hjúnafelagarnar við neyvari útgreining av býti og ábyrgd.
- Sáttmálin skal góðkennast av Toll- og Skattstovu Føroya, áðrenn hann fær gildi fyri býtið av inntøkuni.
ANNAR REKUR VIRKIÐ
Ein spurningur er, nær tað eru báðir hjúnafelagarnir, ið reka virkið, og nær tað bert er annar. Um hetta sigur kunngerðin, at virkið verður rikið av øðrum hjúnafelaganum, um hesin stendur fyri meginpartinum av rakstrinum, ella um hesin við støði í síni útbúgving ella fakliga førleika hevur ábyrgd av virkseminum.
Tá annar hjúnafelagin skal hava løn úr virkinum hjá hinum, setir kunngerðin nakrar treytir fyri, at hetta kann góðkennast skattliga:
- Lønin skal ásetast í skrivligum sáttmála millum partarnar, har setanartreytir og arbeiðstíð eru tilskilað. Sáttmálin skal góðkennast av Toll- og Skattstovuni, áðrenn arbeiðið byrjar.
- Lønin verður ásett eftir galdandi sáttmála á arbeiðsmarknaðinum, og kann í serligum førum fara 15% upp um sáttmálalønina.
- Er eingin sáttmáli, ásetir skattavaldið lønina, svarandi til veruliga virðið, tó í mesta lagi kr 150.000.
- Hesar reglur eru eisini galdandi fyri festibøndur.
SÍÐSTA FREIST 31. MARS
Nevndu sáttmálar kunnu ikki broytast í álmanakkaárinum, og broytingar skulu eins og sáttmálarnir sjálvir góðkennast av skattavaldinum.
Frádráttur fyri løn til hjúnafelaga er loyvdur frá tí degi, sáttmáli er undirskrivaður av pørtunum og góðkendur av skattavaldinum. Fyri uppgerð av inntøkuni fyri 1998 sigur kunngerðin tó, at tey kravdu skjølini skulu verða Toll- og Skattstovuni í hendi í seinasta lagi 31. mars 1999.
FELAGSOGN JAVNBÝTT
Inntøka av aðrari ogn – t.d. leiga og rentur – ið ikki verður roknað sum sjálvstøðugt vinnuvirki, verður skattað hjá tí hjúnafelaga, sum eigur ognina.
Eiga hjúnafelagar slíka ogn í felag, er útgangsstøðið, at inntøkan skal býtast javnt.
Hjúnafelagar, ið reka vinnuvirki saman ella býta inntøku av ogn ímillum sín, skulu senda hvør sína ognaruppgerð inn.
|