|
Vinningur í spæli uttanlands má fráboðast innan 14 dagar – annars er hann vanlig inntøka.
Nýggj lóg um gjald av vinningum er komin í gildi frá 1. januar 1999, og samstundis er tann gamla burturlutingarlógin frá 1968 farin úr gildi.
Vinningar, ið ikki eru vanlig skattskyldug inntøka, rinda eitt avgjald upp á 15% til landskassan. Í nýggju lógini verður sligið fast, at vinningar frá Dansk Tipstjeneste eru ikki vanlig skattskyldug inntøka, men skulu rinda 15% til landskassan.
Millum broytingarnar í mun til ta gomlu lógina kann nevnast, at vinningar frá bókmentaligari, listaligari og vísindaligari kapping nú koma undir burturlutingarlógina og rinda eitt avgjald upp á 15%. Frá 1. juli koma eisini vinningar í Happadráttinum undir lógina (í løtuni er avgjaldið fyri vinning í Happadráttinum 10%).
Einki gjald skal latast av vinningum undir kr. 3.000, og av vinningum, ið eru hægri, verður bert goldið av tí partinum, sum fer upp um kr. 3.000.
VINNINGUR UTTANLANDS
Hann, ið vinnur pening í spæli uttanlands, kann – eins og áður – verða skattaður eftir lógini og gjalda eitt avgjald upp á 15%. Men hetta er treytað av, at vinnarin innan 14 dagar eftir, at vinningurin er útgoldin honum, skrivliga boðar Toll- og Skattstovuni frá. Verður hendan fráboðan ikki send, er vinningurin vanlig skattskyldug inntøka.
|