|
– men avgjaldið av vinningsbýti er óbroytt 35 %
Eftir at partafelagsskatturin seinastu fimm árini hevur verið 27%, samtykti løgtingið síðst í mars mánaði at lækka skattin fyri partafeløg (og smápartafeløg) niður í 20 %.
Skatturin á kolvetnisframleiðslu verður tó ikki broyttur. Hann er framvegis 27 %. Broytingin er galdandi fyri tey roknskaparskeið, sum fella saman við ella enda í ár 2000. Tað merkir, at broytingin er galdandi fyri eitt roknskaparskeið, sum t.d. endar 31. januar 2000.
Fíggjarmálastýrið arbeiðir við broytingum í skattalógunum. Hóast hetta arbeiði ikki er liðugt enn, hevur landsstýrið valt at lækka skattin hjá partafeløgum beinanvegin. Landsstýrið sigur, at nógv ferð er á føroyska búskapinum í løtuni, og tí verður tað ikki hildið at vera ráðiligt at lækka generella skattatrýstið nú, men tað er landsstýrisins metan, at rætt er at lækka partafelagsskattin fyri at eggja til vinnuligt fyritaksemi og styrkja kappingarstøðu Føroya mótvegis útlandinum.
Uppskotið er mett at kosta góðar 53 mió. kr., landskassanum 33 og kommununum 20 mió. kr.
SKATTUR OG AVGJALD 4,5% MINNI
Tá partafelagsskatturin verður umrøddur, plagar spurningurin um støddina á vinningsbýtisavgjaldinum eisini at vera havdur á lofti. Hetta hevur áhuga, tá ein vil kanna eftir, hvussu nógvur skattur og avgjald er farið av, tá ein partaeigari hevur fingið vinningsbýti úr einum partafelag. Eftir seinastu lógarbroytingina, sær hetta roknistykki nú soleiðis út:
Avlop fyri skatt 100
Skattur 20% 20
80
Avgjald vinningsbýti 35% 28
Rest 52
Av hesum sæst, at av teirri upphædd, sum ein partaeigari hevur fingið út sum vinningsbýti, eru tilsamans 48 % farin í almennu kassarnar sum skattur og avgjald, og eigarin hevur 52% eftir. Undan lógarbroytingini, tá PF-skatturin var 27%, fóru 52,5% í almennu kassarnar og eigarin hevði 47,5% eftir.
HELDUR VINNINGSBÝTI ENN LØN
Onkuntíð hevur vinningsbýtisavgjaldið verið hækkað, samstundis sum partafelagsskatturin er lækkaður. Tá hevur verið miðað ímóti, at PF-skattur og vinningsbýtisavgjald tilsamans skulu vera á leið tað sama sum persónsskatturin, so at tað ikki skal vera tann stóri skattligi munurin, um ein partaeigari tekur pening út sum vinningsbýti ella sum løn. Um munurin er stórur á marginalskattinum øðrumegin og partafelagsskattinum + vinningsbýtisavgjaldinum hinumegin, verður minni goldið í almennu kassarnar, tá partaeigarar fáa vinningsbýti, enn tá teir fáa løn og harvið rinda persónsskatt.
|