|
Fleiri broytingar í avskrivingarlógini frá 1. januar
Minsta upphædd fyri rakstrargøgn, ið kunnu avskrivast fult útveganarárið, er frá 1. januar í ár hækkað upp í 20.000 kr. Tað merkir, at rakstrartól, ið kosta undir 20.000 kr., kunnu útreiðsluførast beinanvegin. Henda upphædd hevur seinastu 15 árini verið kr. 4.000, og tað hevur leingi verið ynski um, at hon varð dagførd.
Samstundis er nú ásett í lógini, at tá samlað avskrivingarsaldo fyri rakstrargøgn er komin niður um kr. 20.000, kann hon avskrivast øll sum hon er í einum.
KOMPLETTERANDI REGLAN
Ein triðja broyting í avskrivingarlógini sigur, at skattgjaldarar nú hava skyldu til at fylgja teirri sokallaðu kompletterandi
regluni í § 4 stk 1. Henda regla sigur, at verður eitt rakstrargagn selt fyri upphædd, ið er lægri enn skattligt bókað virði, so skal tapið dragast frá í skattskyldugu inntøkuni tað árið, selt verður, og saldovirðið skal lækkast samsvarandi.
Frammanundan kundi skattgjaldarin sjálvur velja, um hann vildi draga hallið frá beinanvegin ella avskriva tað tey fylgjandi árini.
Við broytingini er nú samsvar millum skattligar og roknskaparligar avskrivingarreglur.
50.000 KR.-REGLAN
Nakrar aðrar broytingar eru gjørdar í avskrivingarlógini. Lógin hevur havt eina avmarking fyri nýstovnað virkir, soleiðis at tey ikki kundu útreiðsluføra smáamboð yvir raksturin 1. og 2. árið við meira enn kr. 50.000 pr. ár. Henda avmarking er nú strikað.
EXIT-REGLA
Eisini eru nýggjar reglur komnar í lógina, sum fáa týdning fyri vinnurekandi, ið flyta av landinum. Lógin sigur nú, at virksemið her á landi verður roknað sum hildið uppat, tá tann vinnurekandi hevur avhent sínar maskinur, rakstrargøgn, innbúgv o.a. Hetta ber í sær, at persónar, ið flyta úr Føroyum og harvið sleppa undan fullari skattskyldu her, nú koma undir avmarkaða skattskyldu í Føroyum, til ognirnar eru seldar. Vinningur og afturvunnar avskrivingar kunnu sostatt skattast her, hóast virksemið í Føroyum annars er hildið uppat, og eigarin ikki longur er fult skattskyldugur í Føroyum.
|