Renta av sethúsalánum kann ikki býtast sundur

 


Broytingar í rentustuðulslógini

Løgtingið gjørdi í fjør nakrar broytingar í lógini um rentustuðul. Ein av broytingunum er, at rentur av lánum til hús, ið verða brúkt bæði privat og vinnuliga, kunnu ikki longur býtast sundur. Nú skulu allar renturnar viðgerast eftir lógini um rentustuðul, tvs tann, sum hevur  lánið, fær rentustuðulin – í løtuni 48% – útgoldnan úr landskassanum.

Áður kundu renturnar býtast sundur, soleiðis at rentur, sum viðvíktu tí privata partinum, komu undir lóg um rentustuðul, meðan tann vinnuligi parturin kundi dragast frá í skattskyldugu inntøkuni.

Landsstýrið sigur, at broytingin er gjørd, tí lógin hevur verið torfør at umsita. Tá nýtslulán og sethúsalán ikki hava verið sundurbýtt, hevur verið ógjørligt at gera av, hvør hevur rætt til stuðul og hvør ikki.

Býtast sundur

Sambært rentustuðulslógini verður stuðul veittur til rentur av lánum, sum eru brúkt til 1) keyp, bygging ella umvæling av egnum bústaði, 2) lestrarlán, ella 3) kautiónslán (í ávísum førum).

Við nýggju broytingini er ásett í lógini, at stuðul verður bert veittur, um: ... lánið sum heild er stuðulsloyvt. Lán, sum lutvíst eru farin til eitt ella fleiri av teimum í § 2(bústaðar-, lestrar- ella kautiónslán) nevndu endamálum, lutvíst til onnur endamál, skulu fyri at koma undir hesa lóg fyrst uppbýtast.

Søkjast má sama ár

Rentustuðul verður veittur eftir umsókn. Nú er tann broyting komin í lógina, at stuðul verður bert givin fyri rentur frá tí ári at rokna, tá umsóknin um rentustuðul er latin inn.

Tað merkir, at um skattgjaldari er ov seinur at senda umsóknina, kann hann ikki fáa rentustuðul fyri rentu frá undanfarnum árum. Hetta er tó ikki galdandi fyri lestrarlán, har stuðul ikki verður veittur, fyrr enn afturgjalding er byrjað.