Markið flutt frá 16 til 18 ár

 

Við tað at ungfólk ganga longur í skúla nú enn fyrr, hevur løgtingið hækkað aldursmarkið fyri barnafrádrátt við tveimum árum upp í 18 ár. Broytingin er galdandi frá 1. januar 2000. Fyri hvørt barnið undir 18 ár fær skattgjaldarin ein frádrátt bæði í lands- og kommunuskattinum. Í landsskattinum er frádrátturin kr. 4.000, og í kommunuskattinum er hann ymiskur frá eini kommunu til aðra.