Er samskatting av feløgum hildin uppat, kann hon ikki endurnýggjast aftur Fíggjarmálastýrið hevur lýst kunngerð, ið setir nærri reglur fyri samskatting av feløgum. Samskatting hevur verið loyvd síðani 1998.
Sambært lógini er samskatting bert loyvd fyri móður- og dótturfeløg og er hartil treytað av, at móðurfelagið antin einsamalt ella saman við einum ella fleiri dótturfeløgum, ið koma undir samskattingina, eigur allar kapitalpartar í teimum dótturfeløgum, samskattingin viðvíkir.
Feløg, ið skulu samskattast, mugu søkja skrivliga um hetta. Umsóknin skal í seinasta lagi sendast inn saman við sjálvuppgávuni fyri tað tíðarskeið, søkt verður um. Saman við umsóknini skal leggjast skjalprógv, sum vísir ognarviðurskiftini,og at feløgini ikki eru undir trotabúarviðgerð.
Feløgini, sum eru við í samskattingini, skulu hvørt sær gera eina sjálvstøðuga uppgerð av skattskyldugu inntøkuni. Síðani verður inntøkan hjá øllum feløgunum uppgivin samlað á sjálvuppgávuni hjá móðurfelagnum.
Ynskja feløgini, at samskattingin skal halda uppat, skal Toll- og Skattstovan hava boð um hetta, áðrenn freistin fyri rættstundis innlatan av sjálvuppgávu er farin. Tá samskatting er farin úr gildi, ber ikki til at fáa hana endurnýggjaða aftur, stendur í kunngerðini frá Fíggjarmálastýrinum