Forboðið fyri at flyta barnafrádrátt millum hjún við árslok er nú strikað. Barnafrádráttur í landsskattinum er kr. 4000 fyri hvørt barnið undir 18 ár. Hesin frádráttur er lógarfestur í ásetingarlógini, og høvuðsreglan er, at í hjúnalagi er tað maðurin, sum eigur frádrátturin, men tað stendur hjúnum frítt sjálvi at velja, hvør av teimum, ið skal hava hann.
Síðani 1992 hevur skipanin verið, at frádrátturin skuldi vera hjá sama persóni í endaligu álíkningini sum í fyribilsálíkningini, tvs at avgerast mátti frammanundan, hvør ið skuldi hava frádráttin. Grundgevingin, sum tá varð givinfyri hesi stirvnu skipan, var, at hetta varð gjørt fyri at fáa fyribilsskránna so rætta sum møguligt. Hetta kundi serliga hava týdning, um t.d. maðurin hevði so høga inntøku, at hann var omanfyri 50% skattamarkið og tí ikki fekk nakra nyttu av barnafrádráttinum. Tá bar ikki til við árslok at flyta frádráttin til hin hjúnafelagan.
Frá 1. januar í 2001 er hetta aftur broytt soleiðis, at kravið um, at frádrátturin skal vera hjá sama persóni í endaligu álíkningini sum í fyribilsálíkningini, er strikað.