|
Markið fyri, nær ein jólagáva frá arbeiðsgevara verður skattað, er hækkað úr kr. 500 upp í kr. 1.500. Eftir lógini eru gávur skattskyldugar, og verður gáva latin í peningi ella gávukorti, er hon skattskyldug uttan mun til upphædd. Men gávur við serstøk høvi í naturalia frá arbeiðsgevara verða ikki skattaðar, um keypsprísurin íroknað mvg ikki fer upp um kr. 1500.
Er keypsprísurin, íroknað mvg yvir kr. 1500, skal skattur gjaldast av allari upphæddini.
|