Kommanditfeløg verða skattað sum partafeløg

 

Fyrst í 90unum varð skatturin hjá parta- og lutafeløgum lækkaður. Frammanundan hevði hann tá í eina tíð verið 49%, men nú varð hann lækkaður, treytað av at partapeningurin hevði eina ávísa stødd.

Tá sparikassar seinni gjørdust skattskyldugir, kom henda regla eisini at galda fyri teir, so teir vórðu skattaðir við tí lægra prosentinum. Frá 1. januar 2001 er hon eisini galdandi fyri kommanditfeløg. Hetta merkir, at skatturin hjá feløgum, ið eru nevnd í skattalógini § 1 nr. 8-16 er framvegis 49%, men hjá partafeløgum, smápartafeløgum, lutafeløgum, sparikassum og nú eisini kommanditfeløgum, ið hava parta-, ábyrgdar- ella lutapening, ið er minst kr. 80.000, er skatturin 20%.

Í 1972 varð gjørd ein lógarbroyting, ið javnsetti kommanditfeløg við partafeløg skattliga, men tá partafelagsskatturin í 90unum varð lækkaður, varð ein tilsvarandi broyting ikki gjørd fyri kommanditfeløg, og harvið kom munur at vera millum skatting av kommanditfeløgum og partafeløgum. Við broytingini, sum nú er gjørd, verða hesi feløg aftur skattað eins.