|
Í 1999 gav Toll- og Skattstova Føroya út eitt savn við avgerðum hjá landsskattanevndini í tíðarskeiðinum 1984-97, og í ár gav Kærustovnurin út eitt savn við avgerðum, tiknar í 1998-99. Tað hevur leingi verið saknur í slíkum søvnum, og tað er áhugavert at fáa eitt yvirlit yvir, hvat tað eru fyri mál, sum nevndin hevur viðgjørt,og tað er sjálvsagt eisini til góða hjálp hjá teimum, ið fáast við skatt, og ein góð vegleiðing til tann, sum kanska umhugsar at kæra eitt mál, ið hann ikki heldur hevur fingið eina rætta loysn.
Nógv av málunum líkjast hvørjum øðrum, men sum ofta við skattamálum, so er ikki altíð, at mál, ið annars líkjast, fáa somu loysn, tí smáar detaljur kunnu gera, at tey ikki kunnu samanberast út í æsir.
Av savninum sæst, at nevndin hevur viðgjørt sera nógv mál um ábyrgdartap, spurningurin um vinnuligar og ikki-vinnuligar útróðarbátar hevur ofta verið frammi, og nógv eru málini um frádrátt fyri ferðaútreiðslur og skatting av fríum bili. Tað er eitt sjálvsagt krav, at skal frádráttur fáast fyri rakstrarútreiðslur, mugu tær vera skjalprógvaðar, og avgerðirnar hjá landsskattanevndini vísa sum vera man, at hildið verður fast við hetta krav. Viðvíkjandi fríum bili kunnu vit einaferð enn mæla fólki til at hava góðan koyriroknskap, um tey koyra minni enn 10.000 km privat árliga.
LIMAGJALD TIL YRKISFELAG
Tað framgongur, at nevndin fleiri ferðir hevur viðgjørt spurningin, um limagjald til yrkisfelag kann dragast frá ella ikki.
Eitt dømi er um skattgjaldara, sum rekur virksemið hjá sær í smápartafelag. Sjálvur er hann limur í yrkisfelag, og hann hevur drigið limagjaldið frá í roknskapinum hjá felagnum, men tað góðkennir Toll- og Skattstovan ikki, tí limagjald er eitt persónligt gjald. Tað er ikki felagið, men stjórin, sum er limur í yrkisfelagnum, sigur Toll- og Skattstovan. Stjórin vísir hinvegin á, at hann kann ikki reka sítt virksemi uttan at vera limur í yrkisfelag, og tí er hetta ein neyðug útreiðsla sambært skattalógini.
Landsskattakærunevndin tók undir við Toll- og Skattstovuni og legði m.a. til grund, at tað er ikki felagið, men skattgjaldarin, sum persónliga er limur í yrkisfelagnum. Hevði persónurin sjálvur rikið vinnuvirki hevði hann fingið frádrátt fyri limagjald, men nú virksemið er lagt í partafelag, kann henda útreiðsla ikki dragast frá nakrastaðni.
ÚTRÓÐUR – VINNA ELLA IKKI?
Ein afturvendandi stríðsspurningur millum skattgjaldarar og skattamyndugleikar er, um útróðrarbátar eru vinnuligir ella ikki. Líkningarráðið ásetti í síni tíð sum vegleiðandi reglur, at tá útróður ikki er høvuðsvinna hjá skattgjaldara, skal bruttosølan vera minst kr. 90.000, fyri at báturin kann viðgerast sum fult vinnuligur. Er útróðrarbátur ikki fult vinnuligur, kann hall ikki dragast frá, og avskrivast kann bert í vinningi av bátarakstri.
Í einum føri vildi Toll- og Skattstovan ikki góðkenna hall, sum skattgjaldari hevði drigið frá fyri rakstur av útróðrarbáti í 1996. Báturin hevði avreitt fyri slakar 83.000 kr. og var sostatt undir markinum, sum líkningarráðið hevur ásett. Kærarin fekk tó viðhald, og raksturin varð góðkendur sum vinnuligur.
Skattgjaldarin vísti á, at báturin fekk motorskaða í oktober 1996 og tí ikki slapp til útróðrar restina av árinum. Eisini vísti hann á, at hóast hann ikki altíð var við sjálvur, so hevði annar persónur, ið ikki hevði annað starv,rikið bátin.
Niðurstøðan hjá landsskattakærunevndini var, at kærarin hevði prógvað, at báturin hevði ligið vegna motorskaða. Nevndin vísti annars á í avgerðini, at maður var burturav settur at reka útróður við bátinum, og at talan var um støðugan rakstur, har veiða ikki bert var viðfáningur, men miðaði ímóti at fáa ein rentablan rakstur.
Í einum øðrum føri gav nevndin Toll- og Skattstovuni viðhald í, at bátur var ikki rikin vinnuliga, hóast hesin kærarin ikki hevði annað starv enn útróður. Men hesin skattgjaldarin fekk eisini avlamispensjón.
Nevndin vísti í hesum føri á, at útróðrardagarnir vóru so fáir og inntøkan so lág, at ikki kundi sigast, at talan var um støðugan rakstur, sum hevði vinnu og yvirskot fyri eyga. Ein annar kærari fekk heldur ikki viðhald, hóast sølan lá bert fáar túsund kr. undir 90.000 kr.-markinum. Hesin skattgjaldarin sigldi við donskum skipi, og hóast hann róði út, tá hann var heima í Føroyum, og eisini kundi vísa á, at fiskiskapurin var darvaður av motorskaða, so helt nevndin ikki, at tílíkar umstøður vóru til staðar, at víkjast kundi frá vegleiðandi reglunum hjá líkningarráðnum.
ÁBYRGDARTAP
Fleiri áhugaverd mál eru um ábyrgdartap, men við tað at lógin er broytt á hesum umráði, hava tey ikki so stóran týdning fyri framtíðina. Sambært lógini kann ábyrgdartap dragast frá, um ábyrgd er veitt til vinnuligt endamál, og hon er avtalað áðrenn 3. des. 1994.
Nevnast kann eitt dømi, har kona hevði veitt ábyrgd, men maðurin rindaði, og hon vildi hava frádráttin fluttan til hansara.
Niðurstøðan hjá nevndini var tann sama sum hjá Toll- og Skattstovuni, at heimild var ikki at flyta frádráttin millum hjúnini.
Eitt annað mál snúði seg um eitt ábyrgdartap til ein útróðrarbát. Ein skattgjaldari (S) hevði í samband við sølu av einum útróðrarbáti veitt trygd fyri láni hjá keyparanum (K). K helt ikki sínar skyldur, og lánistovnurin kravdi peningin frá S. Toll- og Skattstovan vildi ikki loyva S at draga tapið frá, tí K var ongantíð komin í gongd við veruligari vinnu, og hann misti bátin eftir fáum mánaðum. Toll- og Skattstovan helt ikki, at K kundi metast at hava havt ætlanir um at nýta bátin vinnuliga.
Í kæruni vísti S til dóm í Føroya rætti (staðfestur av landsrættinum), har skattgjaldari fekk viðhald í, at hann kundi draga útreiðslur frá og avskriva upp á ein útróðrarbát, hóast eingin vinna hevði verið. Rætturin legði til grund, at báturin var keyptur bert til útróður.
Landsskattakærunevndin gav S viðhald og legði til grund, at avgerandi fyri skattligum frádrátti vegna kautión er, um veðhildið varð fyri ætlaðum vinnuvirki.
Spurningar um kautiónsfrádrátt hava minkandi áhuga, við tað at lógin varð broytt í 1994, so bert kautión, ið er avtalað fyri 3.12.94, kann dragast frá. Tá málið harumframt snúði seg um ein frádrátt upp á „einans“ 41.300 kr., hevur Toll- og Skattstovan kortini mett málið at hava principiellan áhuga, tí hon fór í rættin við tí.
Føroya rættur staðfesti avgerðina hjá landsskattakærunevndini og vísti á, at báturin var útgjørdur til útróður, at S av røttum hevði grund til at halda, at hann hevði kautionerað fyri vinnuvirki, og at treytirnar fyri frádrátti tí vóru loknar.
ADVOKATKOSTNAÐUR
Ein skattgjaldari hevði stevnt fyrrverandi arbeiðsgevara eftir løn, sum hann átti til góðar. Í rættinum gjørdu partarnir semju um, at arbeiðsgevarin skuldi rinda honum eina upphædd til fulla og endaliga avgerð. Skattgjaldarin rindaði útreiðslur til egnan advokat og fekk restupphæddina útgoldna.
Skattgjaldarin meinti, at hann skuldi skattast av upphæddini, hann fekk útgoldna, eftir at advokatkostnaðurin var drigin frá. Toll- og Skattstovan hevði ta áskoðan, at hann skuldi skattast av teirri fullu upphæddini, sum stóð í semjuni, og at heimild var ikki at draga kostnað til advokat frá.
Kommunala Skattakærunevndin var samd við Toll- og Skattstovuna, men landsskattakærunevndin hevði eina aðra áskoðan. Hon vísti á, at ein rættarsemja upp á ávísa upphædd til fulla og endaliga avgerð av einum kravi kann ikki lesast sum, at lønin harvið eisini er fulla semingsupphæddin. At lækka semjuupphæddina við málskostnaðinum er í slíkum føri ikki tað sama sum at geva frádrátt fyri rakstrarkostnað, men er at finna fram til veruligu vunnu inntøkuna, sigur landsskattakærunevndin.
|