Serskatting av hjúnum

 

Løgtingið gjørdi í vár eina samtykt, har heitt varð á landsstýrið um at gera skattingina lagaligari av hjúnum, har annar vinnur alla inntøkuna, og hin arbeiðir heima.

Í 1998 fór reglan um samskatting av hjúnum úr gildi. Hetta merkir millum annað, at um maður og kona reka virki saman, kunnu tey býta skattliga úrslitið ímillum sín. Men framvegis er tað so, at har bert annar hjúnafelagin hevur inntøku, verður hon skattað hjá viðkomandi. Røddir hava ofta verið frammi um at broyta hetta soleiðis, at inntøkan í slíkum føri verður býtt millum hjúnini, og at tey verða skattað hvørt sær. Í vár samtykti løgtingið at heita á landsstýrið, um at koma við einum lógaruppskoti, sum førir við sær, „at hjún, har annað hevur alla inntøkuna, verða javnstillað við hjún, har bæði hava inntøku“.

Flemming Mikkelsen, sum legði uppskotið fram, hevur síðani spurt eftir, nær ein lógarbroyting kemur í samsvar við tingsamtyktina. Undir viðgerðini av hesum løgtingsmáli kom fram, at landsstýrið ætlar at koma við einum uppskoti um at bøta um støðuna hjá heimaarbeiðandi hjúnafelaga. Úr Fíggjarmálastýrinum frætta vit, at arbeitt verður við hesum máli, men enn er ov tíðliga at siga, hvussu skipanin verður.