|
Løgtingið avgjørdi fyrr í ár, at grundupphæddin í fólkapensjónini skal ikki við í skattskyldugu inntøkuna. Hetta hevur týdning fyri teir pensjónistar, sum hava aðra inntøku afturat fólkapensjónini.
Grundupphæddin til fólkapensjón er kr. 50.028 um árið fyri støk, og hjún fáa kr. 39.756 hvør. Fólkapensjónistar hava heldur ikki frammanundan goldið skatt av grundupphæddini, tí teir hava fingið ein frádrátt í skattinum, sum seinastu tíðina hevur verið nakað størri enn skatturin av grundupphæddini. Tað vil við øðrum orðum siga, at um ein fólkapensjónistur ikki – frádráttarfría inntøkuupphæddin tvífaldað hevði aðra inntøku enn sína fólkapensjón, so var skatturin 0 kr. Nú grundupphæddin er tikin burtur úr skattagrundarlagnum, er serligi frádrátturin, ið fólkapensjónistar fingu í skattinum, tikin av. Frádrátturin stendur framvegis við fyri tey, sum fáa fyritíðarpensjón og hjálp eftir § 13 í forsorgarlógini.
Gjørdar eru eisini nakrar broytingar í almannapensjónslógini, onkrar viðbøtur eru hækkaðar, og av serligum týdningi er, at upphæddin, fólkapensjónistar kunnu vinna uttan at pensjónin verður ávirkað, er umleið tvífaldað. Hon er nú kr. 44.500 hjá fólkapensjónistum.
Dømi um skatting av støkum fólkapensjonisti
|
|
Gomul skipan
|
|
Nýggj skipan
|
|
Munur
|
|
Grundupphædd
|
50.000
|
|
50.000
|
|
|
|
Onnur inntøka
|
70.000
|
|
70.000
|
|
|
|
Inntøka áðrenn skatt
|
120.000
|
|
120.000
|
|
|
|
Skattur
|
-17.480
|
|
-14.405
|
|
|
|
Rest eftir skatt
|
102.520
|
|
105.595
|
|
3.075
|
|
Skattskyldug inntøka
|
120.000
|
|
70.000
|
|
|
Inntøkan í báðum dømunum er tann sama, og skattastigin tann sami, men eftir nýggju skipanini hevur skattgjaldarin kr. 3.075 meira eftir, tí pensjónistafrádrátturin, sum hann hevði frammanundan, munaði minni enn tað, at grundupphæddin er vorðin skattafrí.
|