|
Gjaldið hækkað upp í 55%
Løgtingið hevur gjørt nakrar broytingar í rentutryggingarlógini, og ein av teimum er, at avgjaldið fyri at siga eftirlønir upp í ótíð er hækkað úr 40 upp í 55%. At trygging verður útgoldin í ótíð er t.d, tá ið kapitaleftirløn verður útgoldin áðrenn 60 ára aldur, ella tá ið eftirløn við leypandi útgjalding og lutaeftirløn verður útgoldin sum eingangsupphædd. At eigari av eftirløn skiftir starv og fær eftirlønina útgoldna í einum, verður mett sum útgjald í ótíð.
Hækkingin er gjørd fyri at tryggja, at peningur, sum verður útgoldin til eftirlønir og drigin frá í skatti, veruliga fer til ætlaða endamálið. Ein orsøk til at tað kundi loysa seg at taka eftirlønir út í ótíð var, at munurin millum vanliga avgjaldið og avgjaldið fyri útgjald í ótíð var bert 5 prosentstig. Vanliga avgjaldið er 35%, og avgjaldið fyri at taka út í ótíð var 40%. Við hækkingini av hesum seinna upp til 55%, er munurin nú sostatt 20 prosentstig.
Ein persónur við høgum marginalskatti kann spara upp til 60%, tá hann rindar inn til eftirløn. Kundi hann beint aftan á siga eftirlønina upp í ótíð og fáa peningin aftur við at rinda eitt avgjald upp á 40%, so hevði hann vunnið 20%. Her hevur Toll- og Skattstovan tó havt ta áskoðan, at var veruliga endamálið ikki at tekna eina eftirlønarskipan, men bert ein roynd at sleppa undan skatti, so vildi frádrátturin ikki verða góðkendur.
|