Tingið staðfestir, at vinningur av fiskirættindum skal skattast

 

Ikki somu reglur fyri vinning av veiðiloyvum sum av fiskiloyvum

Tað er ikki longur nakar ivi um, hvussu søla av fiskirættindum skal skattast. Við gildi frá 7. nov. 2001 hevur løgtingið avgjørt, at søluvinningur fyri øll rættindi eftir lógini um vinnuligan fiskiskap er skattskyldugur.

Talið av veiðiloyvum varð í síni tíð læst fast, og hetta hevur ført til, at loyvir verða handlað fyri høgan prís. Í viðmerkingum

til lógaruppskot, sum tingið hevur viðgjørt, verða nevnd tvey dømi frá 1999, har veiðiloyvi eru seld fyri ávikavist 4 og 1,6 mió. kr.

Lógin skilir ímillum veiðiloyvi og fiskiloyvi, og skattliga verður søla av teimum ikki viðgjørd eins.

VEIÐILOYVI

Veiðiloyvi er ein góðkenning, ið verður givin einum fiskifari at veiða, og fiskiloyvi er ein rættur at veiða eitt ávíst fiskidagatal og/ella ávísa nøgd úr ávísum fiskastovnum á ávísum leiðum í ávísum fiskiári.

Reglurnar um skatting av veiðiloyvi eru nú í avskrivingarlógini. Tá eitt veiðiloyvi, ið bert verður nýtt vinnuliga, skiftir eigara, skulu keyp og søla skattliga viðgerast sum søla av skipi. Keypspeningur verður tikin við í avskrivingargrundarlagið av skipum, og sølupeningur verður drigin frá avskrivingargrundarlagnum.

Lógin hevur skiftisreglur, sum siga, at um onkur hevur útreiðsluført keypspening av veiðiloyvi, áðrenn lógin kom í gildi, so skal henda útreiðsluføring javnmetast við avskrivingar.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður gjørt vart við, at hendan broyting í avskrivingarlógini bert er galdandi fyri veiðiloyvi, ið verða nýtt vinnuliga. Keypir onkur veiðiloyvi, sum ætlanin ikki er at nýta í fiskiskapi, og tey verða seld aftur við vinningi, so skal vinningurin ikki viðgerast eftir avskrivingarlógini, men tá er hann skattskyldugur eftir skattalógini.

FISKILOYVI

Tá onnur rættindi eftir lógini um vinnuligan fiskiskap enn veiðiloyvi (fiskiloyvi, fiskidagar, kvotur etc.) verða seld, skal seljarin inntøkuføra sølupeningin tað árið, selt verður, og keyparin dregur hann frá. Fevnir søluavtalan um rættindi fyri eitt ávíst tíðarskeið, ið er longri enn eitt ár, kann sølupeningurin býtast út á alt hetta tíðarskeiðið.

ÓJØVN SKATTING

Spurningurin um skatting av fiskirættindum hevur verið frammi í eina tíð og hevur eisini áður verið viðgjørdur á tingi. Toll- og Skattstovan metti, at søla av fiskirættindum sum høvuðsregla var skattafrí og vildi hava eina grein í lógina um, at hon skuldi skattast. Men fíggjarnevndin hjá løgtinginum kom tá til ta niðurstøðu, at søla av fiskirættindum var skattskyldug. Hon metti tí ikki, at neyðugt var at lóggeva um málið. Tá málið nú aftur var til viðgerðar í løgtinginum, segði nevndin, at hon framvegis hevði somu áskoðan, men hon mælti tó tinginum til at samtykkja málið, fyri at eingin ivi skal vera framyvir um skattskylduna.

Undir viðgerðini av hesum máli, er tað komið fram, at summir skattgjaldarar hava givið inntøku av sølu av fiskirættindum upp til skattingar og aðrir ikki. Hesi mál áttu tí øll at verið kannað, so at skattingin verður líka fyri øll.