Skattgjaldari fær endurgjald

 

Føroya rættur hevur dømt Fíggjarmálastýrið at rinda einum persóni kr. 21.000 í endurgjaldi fyri útreiðslur í einum skattamáli.

Spurningurin er av og á frammi, um skattgjaldarar áttu at fingið endurgjald fyri útreiðslur, sum teir hava av skattamálum, har teir fáa viðhald ímóti skattavaldinum. Hesi mál kunnu vera soleiðis háttað, at skattgjaldarin noyðist at keypa sær serkøna hjálp, og tí stendur hann eftir við eini rokning, sjálvt um hann vinnur málið.

Í fjør stevndi ein persónur Fíggjarmálastýrinum eftir endurgjaldi fyri útreiðslur, hann hevði goldið grannskoðara og sakførara í einum skattamáli. Tað serliga við hesum máli er, at viðgerðin av eini umsókn um rentustuðul tók óvanliga drúgva tíð, tí eitt skattamál varð tengt uppí hana.

Saksøkjarin søkti á heysti í 1997 um stuðul fyri óbrúktan rentufrádrátt, sum hann hevði rætt til sambært nýggju lógini um rentustuðul. Tíðin gekk, uttan at umsóknin varð avgreidd, tí ein spurningur viðvíkjandi skatti kom uppí. Saksøkjarin kærdi skattamálið til landsskattakærunevndina, sum gav honum viðhald. Tá nevndin hevði gjørt úrskurð í febr. 2000, fekk saksøkjarin rentustuðulin útgoldnan.

Viðgerðin av málinum hevði kostað saksøkjaranum slakar 21.000 kr. Hann royndi at fáa Fíggjarmálastýrið at gjalda, men tá tað ikki eydnaðist, stevndi hann.

Rætturin vísir á, at skattamálið varð tikið upp, eftir at saksøkjarin hevði søkt um rentustuðul, og at stuðulin var ikki útgoldin, fyrr enn eftir at landsskattakærunevndin hevði avgreitt skattamálið. Rætturin metti ikki, at saksøkti hevði prógvað, at tey bæði málini vórðu viðgjørd hvørt fyri seg, og tá viðgerðartíðin fyri umsóknina um rentustuðul var óvanliga long - 2 1/2 ár – var niðurstøðan hjá rættinum, at saksøkti skuldi rinda endurgjald, tí útreiðslurnar til sakførara og grannskoðara máttu metast at hava avgerandi týdning fyri viðgerðina av skattamálinum og harvið útgjalding av rentustuðulinum. Fíggjarmálastýrið varð dømt at rinda saksøkjaranum slakar 21.000 kr. í endurgjaldi og kr. 8.300 í sakarmálskostnaði.