Tvískattasáttmáli millum Føroyar og Grønland

 


Fyri skatting av fiskimonnum eru ikki somu reglur galdandi millum Føroyar og Grønland sum millum norðurlond

Tann 1. januar 2001 kom í gildi sáttmáli millum Føroyar og Grønland, ið hevur til endamáls at sleppa skattgjaldarum undan tvískatting. Sáttmálin sigur, at um persónur, sum býr í Føroyum, hevur inntøku í Grønlandi, ið er skattað har, so skal øll inntøkan – eisini tann sum er vunnin í Grønlandi – skattast í Føroyum. Men fyri at sama inntøka ikki skal skattast dupult, skal føroyski skatturin av tí samlaðu inntøkuni lækkast við tí skatti, sum goldin er í Grønlandi, men tó ikki við meira enn tí parti av føroyska skattinum, sum lutfalsliga fellur á grønlendsku inntøkuna. Hetta merkir, at um grønlendski skatturin er lutfalsliga minni enn tann føroyski, so kemur skattgjaldarin at gjalda munin í Føroyum. Frammanfyristandandi mótrokningarháttur, ið á skattamáli verður kallaður „avmarkað mótrokning“, er tó ikki galdandi fyri føroyskar skattaborgarar við grønlendskum fiskiskipum.

 

INNTØKA UMBORÐ Á SKIPI

Sáttmálin millum Føroyar og Grønland er gjørdur við støði í tvískattasáttmálanum, sum frammanundan er galdandi millum norðurlond, men ein týðandi munur millum sáttmálan við Grønland og tann við norðurlond er skatting av fiskimonnum. Millum norðurlond er ein undantaksregla fyri fiskimenn. Hon sigur, at fiskimenn, sum sigla við skipum í øðrum norðurlondum, verða skattaðir í tí landinum, har teir búgva. Hendan undantaksregla er ikki í føroysk-grønlendska sáttmálanum. Føroyskir fiskimenn við grønlendskum skipum verða skattaðir, har felagið, sum eigur skipið, hoyrir heima, tvs. í Grønlandi.

Til hesa grein er gjørt eitt protokollat, ið sigur, hvussu skatturin skal mótroknast í Føroyum. Fiskimenninir skulu geva alla inntøkuna upp í Føroyum, men tann føroyski skatturin skal lækkast við tí lutfalsliga parti, ið fellur á ta inntøkuna, sum er skattað í Grønlandi. Her er mótrokningin ikki avmarkað sum í døminum frammanfyri. Hetta merkir, at skattgjaldarin í veruleikanum ikki rindar skatt í Føroyum av inntøkuni, sum vunnin er í Grønlandi. Grønlendska inntøkan hevur bert týdning fyri útrokningina av skatti av inntøku, sum er vunnin aðrastaðni enn við grønlendskum skipi.

Eingin veruligur tvískattasáttmáli hevur verið millum Føroyar og Grønland, men ein avtala hevur í fleiri ár verið millum londini. Eftir henni vóru føroyingar, ið sigldu við grønlendskum skipum, fult skattskyldugir í Grønlandi, hóast teir varðveittu bústað í Føroyum. Høvdu teir eisini inntøku í Føroyum í frítíðini, vóru teir avmarkað skattskyldugir í Føroyum av henni.