Ársroknskaparlógin miðdepil í skattamálium eftirgeving av skuld
Í kreppuni í nítiárunum fingu nógv virki skuld eftirgivna. Tá skuld verður strikað, fær skuldarin eina inntøku.
SKATTAREGLURNAR
Skattareglurnar eru tær, at inntøkan er ikki skattskyldug, um eftirgevingin er grundað á vánaliga fíggjarstøðu, t.v.s. at ognari hevur eftirgivið skuldina, tí hann metir kravið vera virðisleyst. Verður eitt krav harímóti skrivað niður um sítt veruliga virði, kann hetta ikki metast sum vanlig framferð millum óheftar handilspartar, og tá hevur skuldarin fingið eina skattskylduga inntøku.
Skuldareftirgevingar eru í síni natúru av slíkum slag, at tað í flestu førum ikki kann vera ivi um, at kravið er slept, tí tað er virðisleyst. Men sjálvsagt kann ivi taka seg upp, serliga um ognari og skuldari standa hvørjum øðrum nær.
BÓKAÐ VIRÐI - HANDILSVIRÐI
Skattakærumyndugleikarnir hava fyri stuttum viðgjørt eitt mál um skatting av skuldareftirgeving. Eitt danskt fíggingarfelag, sum hevði veitt lán til ein bygning í Føroyum, eftirgav føroyska felagnum í nítiárunum ein part av skuldini. At hetta vóru tveir óheftir partar skuldi í sjálvum sær verið ein góð ábending um, at eftirgevingin ikki var skattskyldug, men Toll- og Skattstovan hevði eina aðra uppfatan, og tað áhugaverda var grundgevingin fyri hesum, við tað at ein grein í ársroknskaparlógini her gjørdist kjarnin í einum skattamáli.
Toll- og Skattstovan vísti á, at bygningurin stóð í roknskapinum til eitt hægri virði enn restskuldin av láninum. Um bygningurin hevði tað virði, hann varð bókaður til, so hevði lángevarin so mikið góða trygd fyri sínum ágóða, at hann hevði eftirgivið meira enn kravið var vert. Sjónarmiðið hjá Toll- og Skattstovuni var, at um bygningurin í veruleikanum var minni verdur enn tað, sum stóð í roknskapinum, so skuldi hann sambært ársroknskaparlógini verið niðurskrivaður. Tá tað ikki var gjørt, mátti metast, at lángevarin hevði slept einum kravi, ið ikki var virðisleyst.
FELAGIÐ FÆR VIÐHALD
Felagið kærdi málið og vísti viðvíkjandi virðinum á bygninginum m.a. á, at roknskapurin higartil altíð hevði verið gjørdur upp við tí fyri eyga, at raksturin helt fram, og at samsvar ikki nýttist at vera millum roknskaparligt virði og handilsvirði.
Bæði kommunala- og landsskattakærunevndin góvu felagnum viðhald í, at tað kundi ikki metast, at skuldin varð skrivað niður um sítt veruliga virði.