Rasmussen & Weihe skifta navn til NOTA
 

Rasmussen & Weihe er løggilt grannskoðanarvirki, og felagið er størsta grannskoðanarvirki í landinum. Felagið veitir tænastur til øll sløg av fyritøkum innanfyri so at siga allar vinnugreinar. Fyritøkan varð stovnað í 1968 av Carl Vilhelm Weihe, sum var einsamallur stjóri í 25 ár. Í 1993 gjørdist Klaus Rasmussen samánari, og fyritøkan broytti navn til Rasmussen & Weihe.

Nú eru nýggjar tíðir, og teir báðir omanfyrinevndu eru ikki longur í fyritøkuni, og nýggju eigararnir meta, at tíðin er búgvin til at broyta navn og búmerki.
 

Nýggja navnið og búmerkið er:



                                

 

Navnið NOTA stavar frá latíni, og tað merkir millum annað tekn, merki og viðmerking. Vit kenna eisini orðið frá vendingini nota bene, ofta stytt NB, ið merkir ”gev tí væl gætur”.
 

Endamálið hjá felagnum er framvegis at vera ein virkin samstarvsfelagi fyri kundar okkara.
 

Felagið er væl fyri at taka ímóti avbjóðingunum í komandi tíðum, og við nýggja navninum ætlar felagið framhaldandi at vera fremsta grannskoðanarfyritøka í landinum.