UM FELAGIÐ

Søguligt yvirlit

NOTA varð stovnað í 1968 av Carl Vilhelm Weihe. Áðrenn hann kom aftur til Føroya og stovnaði felagið, hevði hann arbeitt sum statautoriseraður grannskoðari í Danmark.

Í 1993 bleiv Klaus Rasmussen samánari av felagnum eftir at verða blivin stats-autoriseraður grannskoðari. Tá varð navn felagsins broytt til Rasmussen & Weihe, og felagið hevur havt hetta navn til november 2009, tá ið navnið varð broytt til NOTA.

Í 2007 valdi Klaus Rasmussen at gevast í fyritøkuni, og Hans Laksá, statsautoriseraður grannskoðari, gjørdist nýggjur stjóri í fyritøkuni

NOTA hevur gjølligan kunnleika til føroyskt vinnulív gjøgnum royndir í mong ár. Vit eru sannførd um, at vit altíð - og á øllum okkara vinnuøkjum - kunnu geva okkara viðskiftafólki eina dygdargóða tænastu. Vit hava atgongd til servitan á nógvum ymiskum økjum umvegis okkara altjóða samstarvsfelaga.

Tað starvast í alt umleið 25 fólk hjá NOTA.