Rasmussen & Weihe SKIFTA navn til NOTA

Rasmussen & Weihe er løggilt grann­skoðanar­virki, og felagið er størsta grann­skoðanar­virki í land­inum. Felagið veitir tænastur til øll sløg av fyri­tøkum innan­fyri so at siga allar vinnu­greinar. Fyri­tøkan varð stovnað í 1968 av Carl Vilhelm Weihe, sum var einsa­mallur stjóri í 25 ár. Í 1993 gjørdist Klaus Rasmussen sam­ánari, og fyri­tøkan broytti navn til Rasmussen & Weihe. Nú eru nýggjar tíðir, og teir báðir omanfyrinevndu eru ikki longur í fyri­tøkuni, og nýggju eigararnir meta, at tíðin er búgvin til at skifta navn og búmerki.

Nýggja navnið er NOTA, og búmerkið er svart á hvítt

Navnið NOTA stavar frá latíni, og merkir millum annað tekn, merki og viðmerking. Vit kenna eisini orðið frá vend­ingini nota bene, ofta stytt NB, ið merkir „gev tí væl gætur“. Endamálið hjá felagnum er framvegis at vera ein virkin sam­starvs­felagi fyri kundar okkara. Felagið er væl fyri at taka ímóti avbjóðingunum í komandi tíðum, og við nýggja navninum ætlar felagið fram­haldandi at vera frem­sta grann­skoðanar­fyritøka í landinum.

 

 

Okkara tænastur umfata

Grannskoðan og roknskaparhjálp - Ráðgeving í.s.v. fíggjarstýring - Leiðsluráðgeving - Skattaráðgeving - Ráðgeving í.s.v. stovnan av  vinnuligum virksemi - Onnur ráðgeving